Skip to content

UMSITING

Um tú til dømis hevur eina íbúð til sølu, ætlar at ferðast í longri tíðarskeið, ella einfalt ynskir at forvinna eyka inntøku við at leiga út tína ogn, so er hesin útleiguhátturin upplagdur fyri teg.

Vit taka okkum av øllum tí praktiska. Hýsa umsitur alt – frá reingerð og viðlíkahaldi til kundatænastu, marknaðarføring og prísseting av tíni íbúð.

Vit deila inntøkuna gjøgnum eina prosentgrundaða avrokning av leiguinntøkuni, sum verður útgoldin einans, tá útleigan eydnast. Hetta merkir, at tú hevur ongar fastar útreiðslur, tá tú leigar út gjøgnum okkum.

Tænastur:
• Uppsetan av útleiguvanga og professionell myndatøka.
• Optimal prísseting og marknaðarføring á heimsins størstu útleigupallum.
• Umsiting av samskifti og lyklaútflýggjan.
• Veiting av seingjarklæðum, handklæðum og koddavørum.
• Viðlíkahald og reingerð ímillum leigarar.

Gjald:
• 20 % av leigukostnaðinum.
• Møguleiki fyri lægri kostnað við fleiri ognum.

RENT-TO-RENT

Føst inntøka – uttan ómak

Um tú ynskir at leiga út tína ogn, men ikki vil brúka tíð upp á umsiting, marknaðarføring og dagligar uppgávur, er Rent-to-Rent loysnin fyri teg.

Vit í Hýsa leiga tína ogn fyri eitt avtalað mánaðarligt gjald – tú fært tína føstu og støðugu inntøku hvønn mánað, óansæð um vit hava gestir ella ikki.

Tú hevur ongan váða við tómari tíð, ongar fastar útreiðslur og ongan ómak. Vit taka okkum av øllum.

Tænastur:

• Trygg og støðug inntøka – sama gjald hvønn mánað.
• Ongar tómars tíðir – vit bera allan váðan, um gestir eru ella ikki.
• Ongar praktiskar uppgávur – vit umsita alt frá A til Z.
• Viðlíkahald av ognini – vit tryggja, at hon altíð er í góðum standi.

Gjald:

• Fast avtalað mánaðarligt gjald til tín.
• Ongar eyka útreiðslur fyri teg sum eigara..

Have a question?