Skip to content

UM HÝSA

Jóhannus McGavin Haldansen / Stjóri
Kaj Johannesen / Stjóri

Umsiting av stuttíðarsleigu.

Okkara endamál er:

At geva gestum eina góða uppliving og tryggja eigarum eina smidliga, trygga og lønandi útleigu – uttan ómak.

Vit umsita alt fyri teg: myndatøku, prísseting, marknaðarføring, samskifti við gestir, reingerð og viðlíkahald. Tú kanst velja:

Stuttíðarsleigu-umsiting: Tú rindar ein prosentpart av leiguinntøkuni, og vit taka okkum av øllum dagliga arbeiðinum.

Rent-to-Rent: Tú fært eina fasta mánaðarliga leigu, óansæð um vit hava gestir ella ikki – vit bera allan váðan.

Álit

Vit leggja stóran dent á gjøgnumskygni, álit og framúr tænastu. Sum tín álítandi samstarvspartnari syrgja vit fyri, at tíni mál verða møtt.

Toymið aftanfyri Hýsa

Jóhannus hevur drúgvar royndir innan bæði keyp, sølu og útleigu av fastogn. Hann er útbúgvin ognarmeklari og hevur í nógv ár starvast við ráðgeving innan fastogn í Indre By í Keypmannahavn. Við sínum breiða fakliga grundarlagi og drúgvu royndum leggur Jóhannus dent á at veita kundum hjá Hýsa eina tænastu, ið er merkt av dygd, áliti og professionellari ráðgeving.

Kaj hevur arbeitt hjá einum av størstu granskoðaravirkinum í Keypmannahavn, har hann var knýttur at fastognardeildini. Har fekk hann drúgvar royndir innan fíggjarstýring og viðurskifti tengd at fastogn. Við síni fakligu vitan og royndum innan fíggjarviðurskifti tryggjar hann, at kundar hjá Hýsa fáa eina trygga, gjøgnumskygna og álítandi útleigutænastu.

Saman bjóða vit eina tænastu, har tú sum eigari kanst kenna teg tryggan og væl upplýstan – og har gestir fáa eina framúr góða uppliving.

Hví okkum?

Hýsa bjóðar tryggar og lønandi útleigumøguleikar fyri teg og tína ogn. Vit syrgja fyri, at tín ogn er væl umsitin og gevur hægstu møguligu inntøku. Velur tú Hýsa sum tín útleigupartnara, fært tú eina haldbara loysn, har vit saman tryggja ein álítandi og virðisøkjandi framtíðarmøguleika fyri teg og tína ogn

Okkara ábyrgd

Vit taka okkum av tíni ogn. Allir leigarar verða gjølliga kannaðir og góðkendir, áðrenn vit góðkenna bókingarnar. Vit taka ongar óneyðugar váðar.

Fleksibult

Fleksiblar samstarvsmøguleikar. Vilt tú vera virkin í útleiguni, ella ynskir tú at hvíla teg og lata okkum umsita alt? Vit laga okkum altíð eftir tínum ynskjum.

Kundatænasta

Altíð persónlig tænasta – 24/7. Vit eru altíð tøk fyri teg – AI-tænastur eru ikki partur av okkara kundatænastu ella samskifti við útleigarar. Tú tosar við verulig fólk, sum eru klár at hjálpa.

Have a question?