Skip to content

Ein trygg og lønandi loysn fyri tína útleigu.

Vit handfara marknaðarføring, dynamiska prísseting og fulla umsiting, so tú fært støðugar og optimalar inntøkur

Vanlig útleiga ella Rent-to-rent?

Vanlig útleiga
Tú fært inntøku frá útleiguni, meðan vit taka okkum av marknaðarføring, bókingum og samskifti við gestir.
Rent-to-rent
Vit leiga ognina í longri tíð og reka hana — tú fært fasta og framskygda mánaðarliga leigu.
Vanlig útleiga
01
Tú setur teg í samband við okkum
Send okkum upplýsingar um tína ogn, og vit taka eitt prát um møguleikarnar.
02
Vit fyrireika ognina
Vit taka myndir, gera listing og fyrireika ognina til útleigu.
03
Vit leggja ognina út
Ognin verður løgd út á okkara bókingarportal og aðrar bókingarsíður og marknaðarførd.
04
Vit umsita gestir og bókingar
Vit samskifta við gestir, skipa fyri reinhaldi og dagligari umsiting.
05
Tú fært inntøku
Tú fært inntøkuna frá útleigunum, meðan vit arbeiða við prisseting og marknaðarføring.
Rent-to-rent
01
Tú sendir upplýsingar um ognina
Tú sendur okkum grundleggjandi upplýsingar um tína ogn, og vit hyggja at staðseting, stødd og møguleikum.
02
Vit meta um ognina
Vit gera eina meting av ognini og kanna um hon hóskar til okkara rent-to-rent modell.
03
Vit gera eina avtalu
Um ognin passar til okkara modell, gera vit eina langtíðarleiguavtalu við greiðum treytum.
04
Hýsa rekur og umsitur ognina
Vit taka okkum av øllum dagliga rakstrinum, bókingum, gestum og umsiting.
05
Tú fært fasta leigu
Tú fært eina støðuga og framskygda mánaðarliga inntøku.
Leiga út við Hýsa
Fá eina ókeypis meting og fá inlit ið hvat tú kanst tjena.
Rent-to-rent samstarv
Fá fasta leigu og lat okkum taka okkum av restini.

Hví okkum?

Hýsa bjóðar tryggar og lønandi útleigumøguleikar fyri teg og tína ogn. Vit syrgja fyri, at tín ogn er væl umsitin og gevur hægstu møguligu inntøku. Velur tú Hýsa sum tín útleigupartnara, fært tú eina haldbara loysn, har vit saman tryggja ein álítandi og virðisøkjandi framtíðarmøguleika fyri teg og tína ogn

Okkara ábyrgd

Vit taka okkum av tíni ogn. Allir leigarar verða gjølliga kannaðir og góðkendir, áðrenn vit góðkenna bókingarnar. Vit taka ongar óneyðugar váðar.

Fleksibult

Fleksiblar samstarvsmøguleikar. Vilt tú vera virkin í útleiguni, ella ynskir tú at hvíla teg og lata okkum umsita alt? Vit laga okkum altíð eftir tínum ynskjum.

Kundatænasta

Altíð persónlig tænasta – 24/7. Vit eru altíð tøk fyri teg – AI-tænastur eru ikki partur av okkara kundatænastu ella samskifti við útleigarar. Tú tosar við verulig fólk, sum eru klár at hjálpa.

Toymið aftanfyri Hýsa

Jóhannus McGavin Haldansen / Stjóri
johannus@hysa.fo

Jóhannus hevur drúgvar royndir innan bæði keyp, sølu og útleigu av fastogn. Hann er útbúgvin ognarmeklari og hevur í nógv ár starvast við ráðgeving innan fastogn í Indre By í Keypmannahavn. Við sínum breiða fakliga grundarlagi og drúgvu royndum leggur Jóhannus dent á at veita kundum hjá Hýsa eina tænastu, ið er merkt av dygd, áliti og professionellari ráðgeving.

Kaj Johannesen / Stjóri
kaj@hysa.fo

Kaj hevur arbeitt hjá einum av størstu granskoðaravirkinum í Keypmannahavn, har hann var knýttur at fastognardeildini. Har fekk hann drúgvar royndir innan fíggjarstýring og viðurskifti tengd at fastogn. Við síni fakligu vitan og royndum innan fíggjarviðurskifti tryggjar hann, at kundar hjá Hýsa fáa eina trygga, gjøgnumskygna og álítandi útleigutænastu.

Saman bjóða vit eina tænastu, har tú sum eigari kanst kenna teg tryggan og væl upplýstan – og har gestir fáa eina framúr góða uppliving.

FAQ – Oftast Spurdir Spurningar hjá HÝSA

1. Hvussu virkar útleigan gjøgnum HÝSA?

Vit umsita alla útleigugongdina fyri teg – frá myndatøku, prísseting og marknaðarføring til samskifti við leigarar, reingerð og viðlíkahald. Tú sleppur undan øllum ómakinum, meðan vit tryggja tær eina lønandi og lætta útleigu.

Velur tú Rent-to-Rent, leiga vit tína ogn frá tær fyri eitt fast mánaðarligt gjald og taka okkum sjálvi av allari stuttíðarsleigu. Tú fært fasta inntøku, hóast vit hava gestir ella ikki.

2. Hvat kostar tað at leiga út gjøgnum Hýsa? Stuttíðarsleiga (umsiting).

Vit taka 20 % av leigukostnaðinum fyri okkara tænastur. Tú rindar bert, tá útleigan eydnast – ongar fastar útreiðslur eru fyri teg sum eigara.

3. Hvussu tryggja tit góðar leigarar?

Allir leigarar fara gjølliga gjøgnum eina kanningar- og góðkenningarferð, áðrenn vit lata hurðarnar upp. Vit seta trygdina í hásæti og taka ongar óneyðugar váðar – bæði fyri stuttíðarsleigu og Rent-to-Rent

4. Hvussu verður prísurin á leiguni ásettur? Stuttíðarsleiga.

Vit brúka marknaðargrundaðar kanningar og okkara royndir innan útleigu til at tryggja, at tú fært hægstu møguligu leiguinntøku.

5. Hvussu leingi skal eg binda meg til útleigu?

Minsta samstarvstíð er 3 mánaðir fyri stuttíðarsleigu og 1 ár fyri Rent-to-Rent

6. Hvat um nakar skaði hendir?

Vit tryggja bústaðin við neyðugum trygdartiltøkum og taka okkum av øllum samskifti, skuldi nakað hent.

Við stuttíðarsleigu-umsiting loysa vit trupulleikan fyri teg, men sum eigari rindar tú sjálv/ur fyri møguligan skaða.

Við Rent-to-Rent tekur Hýsa allan váðan – vit taka ábyrgd og dekka útreiðslurnar, um skaði hendir.

7. Er reingerð og viðlíkahald partur av tænastuni?

Ja, vit taka okkum av reingerð og smærri viðlíkahaldi ímillum leigarar, so alt er klárt til næsta gest.
Við Rent-to-Rent syrgja vit eisini fyri, at bústaðurin er væl hildin við líka gjøgnum alt samstarvið.

Vit hava eisini okkara egna húsavørð, sum er tøkur, um okkurt bráðligt hendir.

8. Kann eg blokera dagar, tá eg ikki vil leiga út?

Ja, við stuttíðarsleigu kanst tú altíð blokera dagar, tá tú ikki ynskir at leiga út – til dømis til privata nýtslu ella egnar sýningar.
Við Rent-to-Rent verður nýtsla av bústaðinum avtalað frammanundan í sáttmálanum.

9. Hvussu kann eg fylgja við leiguintøkuni?

Stuttíðarsleiga:
Tú hevur atgongd til ein dagførdan kalendara, har tú kanst fylgja við bókingum og leiguinntøku.

Rent-to-Rent:
Tú fært eitt fast mánaðarligt gjald og nýtist ikki at fylgja við dagligu inntøkuni, tí vit bera allan váðan.

10. Hvussu seti eg meg í samband við Hýsa?

Tú kanst seta teg í samband við okkum við at skriva til hysa@hysa.fo ella ringja beinleiðis til okkara.

Have a question?